2024-05-23 09:52
Í gjárkvøldið fekk løgrelan fráboðan um, at herverk hevði verið í Grasagarði. Hetta var á spæliplássinum, har onkur ella fleiri høvdu fingið tað at sæð keðiligt út.
Vaktleiðarin sigur, at talan er um brotin borð og brotnir lyklapelar. Løgreglan kannar í løtuni málið.
Beint eftir klokkan eitt varð ein bilførari steðgaður í Havn. Illgruni var um, at hann varð ávirkaðurin. Fyrsta kanningin vísti eisini, at hann hevði rúsevni í kroppinum.
Viðkomandi varð handtikin og skuldsettur fyri rúsevniskoyring. Blóðroynd er tikin av persóninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald