2022-08-04 10:17

Í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at onkur hevði framt herverk á nøkur setur á fótbóltsvøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
Talan var m.a. um nøkur setur á útskiftingarbonkinum, har onkur hevði skorið búmerkini av, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Vaktleiðarin leggur afturat, at eingin er undir illgruna í málinum enn.
(Mynd: Jákup Ósá/Norðlýsið)
Norðlýsið skrivar, at onkur eisini setti eld á nøkur setur í gamla skýlinum hjá KÍ. Sí fleiri myndir her.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald