Uttanlands

Hervilig ódn ávegis til Louisiana

Ódnin Ida, sum er ein kategori 4-ódn, kann vera ógvusligasta ódnin, sum hevur rakt amerikanska statin síðan 1850ini, sigur guvernørurin í Louisiana, sum í løtuni stríðist við einari nýggjari bylgju av koronu

New Orleans fyrireikar seg til ódnina (Mynd: EPA)

New Orleans fyrireikar seg til ódnina (Mynd: EPA)

2021-08-29 10:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein ódn, sum væntast at raka amerikanska statin Louisiana í dag, kann vera tann ógvusligasta, sum hevur rakt statin, síðan 1850ini. Tað sigur John Bel Edwards, guvernørur í Louisiana.

Ódnin Ida er ein sonevnd "kategori 4-ódn", og væntast hon at elva til vatnflóð í stórum partum av statinum.

Sunnari parturin av statinum stríðist enn við fylgjunum av ódnini Laura, sum rakti statin fyri einum ári síðani. Samstundis eru sjúkrahúsini í statinum eisini undir stórum trýsti orsakað av mongu koronutilburðunum. Seinastu vikuna hevur Louisiana havt triðstørsta talið á smittutilburðum per 100.000 íbúgvar í USA. Í løtuni eru 2.700 koronasjúklingar innlagdir í statinum, skrivar Ritzau.

Fyri júst 16 árum síðani elvdi ódnin Katrina eisini til umfatandi oðileggingar í Louisiana. Tá lótu 1.800 fólk lív.

Fleiri fólk eru longu flutt burtur, men sambært guvernørinum í Louisiana, er tað ikki ætlanin at flyta fólk úr sjúkrahúsunum, áðrenn ódnin kemur.

Hann sigur, at hesar umstøðurnar við nógvum koronusjúklingum og einari stórari ódn áveg eru óvanligar, og hava myndugleikarnir verið í sambandi við sjúkrahúsini fyri at tryggja sær, at genenatorarnir hjá teimum rigga, og at tey eiga meira inni av vatni enn vanligt.

Joseph Kanter, ovasti leiðarin hjá heilsumyndugleikunum í Louisiana, sigur, at talan er um eina kraftmikla og vandamikla ódn, sum hevur flutt seg skjótari, enn tey høvdu roknað við, og hava tey tí ikki havt nógva tíð at fyrireika seg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder