Innanlands

Hervør spyr um mvg-frítøku av atgongumerkjum til sjónleik og konsertir

– Vit síggja øll virði í tónleiki, sjónleiki og øðrum listarligum virksemi, men tað kann verða trupult at fáa hesi at bera seg fíggjarliga, vísir tingkvinnan á.

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-06 14:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast tað eru nógv undantøk í lógini um meirvirðisgjald (mvg), eru eitt nú sýningar av sjónleiki og konsertir ikki undantikið meirvirðisgjald, vísir Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi á.

Hon hevur tí spurt landsstýrismannin í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen hvat hann heldur um at frítaka sýningar av sjónleiki og konsertir fyri mvg.

Hon vil hava at vita, um landsstýrismaðurin, um landsstýrið hevur nakrar ætlanir um at frítaka atgongumerki til sjónleikir og konsertir fyri mvg, og hvussu nógv tað hevði kostað landskassanum.

– Vit síggja øll virði í tónleiki, sjónleiki og øðrum listarligum virksemi, men tað kann verða trupult at fáa hesi at bera seg fíggjarliga, sigur Hervør Pálsdóttir.

– Fleiri, ið starvast og eru virkin í lista- og mentanarumhvørvinum í Føroyum, hava ferð eftir ferð víst á, at ein mvg-frítøka av atgongumerkjasølu til m.a. konsertir hevði betrað munandi um støðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder