Næsta fríggjadag verður ársins leiðaradagur á Hotel Føroyum, og seint seinnapartin verður ársins leiðari innan tað almenna og tað privata kosin.
Dómsnevndin at velja Ársins leiðarar sigur, at aftur í ár komu nógvar góðar tilnevningar inn, og eru tey nú komin til eina niðurstøðu, hvørji skulu verða í topp tilnevningunum. Øll hava havt møguleikan at senda inn tilnevningar til Ársins leiðarar.
Limir í dómsnevndini eru Ingibjørg Berg, Metis, Árni Jakobsen, SMJ og Johnny í Grótinum, Fróðskaparsetur Føroya.
Endamálið við Leiðaradegnum er at seta leiðslu á breddan í Føroyum og at heiðra tey, ið hava skara framúr innan leiðslu. Hæddarpunktið á degnum er tá Ársins leiðarar verða kosnir.
Kjósanin verður 31. januar 2025 á Leiðaradegnum á Hotel Føroyum. Tá verður endaliga avdúka, hvørji gerast Ársins leiðarar 2025.
Ársins leiðari er tignarligasti heiður, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Heiðurin verður í ár latin fyri 21’undu ferð.
Topp 3 innan tað almenna – í stavrað eftir fornavni:
Hans Johannes á Brúgv, Sjóvinnustýrið
Jóngerð Guttesen, Roðin
Monica Hjelm Rasmussen, Familjufyrisitingin
TOPP 3 innan tað privata - í stavrað eftir fornavni:
Álvur Højgaard, stjóri, Navigare Shipping
Hans Jákup Mikkelsen, stjóri Mowi
Poula Michelsen, nevndarforkvinna, PM
Skráin fyri Ársins leiðaradag 2025:
Hákun Djurhuus, Ársins almenni leiðari 2024 | Setir dagin
Eva Z. Bentsen | Leiðsla í framtíðini. Ein ørgrynna av krøvum og møguleikum – tak av!
Ingunn Eiriksdóttir, Ársins privati leiðari 2024 | Úr skjáttuni
Sofaprát| Týdingurin av millumleiðaranum | Ingibjørg Berg og Óluva Zachariasen
Avdúking Herðaklappið til millumleiðaran
Marius Ziska | Frálíkir tónar
Elsebeth Hauge | Skomm hjá leiðarum
Kjósan av Ársins leiðarum 2024
Festligur netverks 5’ari við mati, drekka og Ari Eldjárn StandUp
Stroym á Portal.fo
Kjósanin verður stroymd á Portalinum kl. 16.20 fríggjadagin 31. januar.
Umframt Ársins leiðarar verður nýggji heiðurin Herðaklappið til millumleiðarin latin á fyrsta sinni. Hetta verður somuleiðis stroymt á Portalinum, tað verður kl. 15.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald