Innanlands

Hesi eru í uppskoti til ársins leiðara

Leiðaradagurin verður á Hotel Føroyum næsta fríggjadag. Tá verður eisini ársins leiðari kosin

2021-05-14 22:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Júst hvør fer avstað við heiðrinum í 2021 verður avdúkað kl. 16.45 á leiðaradegnum, sum verður fríggjadagin 21. mai 2021 á Hotel Føroyum.

Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørji gerast Ársins leiðarar 2021, hevur nú funnið fram til tríggjar sterkir topp-kandidatar. Í dómsnevndini 2021 sita Søren Bruhn, stjóri, Suðuroyar Sparikassi, Marjun Eystberg, stjóri, Input og Halldis Joensen, verkætlanarleiðari, Demensætlan fyri Føroyar.

[object Object]

Topp 3 kandidatar innan tað almenna
Farsóttarnevndin
Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri
Pál Weihe, leiðari, deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

Topp 3 kandidatar innan tað privata
Fróði Clementsen, stjóri, Teldutænastan
Marita Rasmussen, stjóri, Vinnuhúsið
Martin Restorff, stjóri, Hotel Hilton Garden Inn

Á degnum fara Jan Ginberg, Anders Stahlscmidt, Alexandra á Dul, Jógvan Fríðriksson og Martin Restorff at røða.

Synergi skipar fyri leiðaradegnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder