Innanlands

Hesi eru koronatilmælini í løtuni

Landsstýrið fer í næstum at lata samfelagið meira upp, men í løtuni eru tilmælini eitt nú, at ikki fleiri enn 20 fólk savnast í óskipaðum bólkum

Í løtuni kunnu 100 fólk savnast til ítróttatiltøk innandura (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Í løtuni kunnu 100 fólk savnast til ítróttatiltøk innandura (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-26 12:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyar eru koronufríar aftur, men tað kann vera torført at minnast hvørji tilmæli myndugleikarnir hava. Tey eru broytt nógv síðani fyrsta tilburðin av covid-19 í mars í fjør.

Men tilmælini eru millum annað, at tveir metrar frástøða eigur at vera hildin í almenna rúminum og at ikki fleiri enn 20 fólk eiga at savnast í óskipaðum bólkum.

Og at í mesta lagi 100 áskoðarar undir skipaðum umstøðum eiga at koma saman til innandura ítróttakappingar. Tað sást aftur tá steypafinalur vóru í hondbólti farna vikuskifti, og bara ein útvaldur skarði av fólki skapp til dyst. Um vikuskiftið verða finalur í flogbólti, og tá er tað sama galdandi.

Her eru øll tilmælini seinast dagførd 19. januar 2021:

• Øll óneyðug ferðing til onnur lond verður frámæld.

• Mælt verður til at fólk í størstan mun bara eru saman við teimum nærmastu og teimum, sum tey plaga at vera saman við.

• Mælt verður til at halda tveir metra frástøðu frá øðrum fólki í almenna rúminum og annars, har hetta ber til.

• Mælt verður til, at øll størri tiltøk so sum festivalar, ítróttastevnur og aðrar stórar veitslur fyribils verða útsettar ella avlýstar.

• Mælt verður frá at savnast í óskipaðum bólkum við fleiri enn 20 fólkum.

• Tað kunnu í mesta lagi savnast 100 fólk, men einans um til ber at halda tveir metra frástøðu millum fólk ella húski.

• Handilsvinnan eigur at tryggja, at spritt er tøkt, og reingerðin í handlinum er í lagi. Skelting eigur at veða sett upp fyri at hjálpa kundunum at bera seg rætt at. Starvsfólk eiga hava verndarútgerð, um neyðugt. Handlar kunnu lætta um við til dømis at hava munnbind tøk til viðskiftafólk. Og tað er ábyrgdin hjá handilsvinnuni at tryggja, at ikki ov nógv eru í handlinum í senn, so at neyðuga frástøðan verður hildin.

• Tað er skilabest, at bert ein persónur úr húsarhaldinum stendur fyri innkeypinum, heldur enn at øll familjan fer til handils saman. Best er eisini at fara til handils, tá ið fá fólk eru í handlunum. Um nógv fólk eru í handlinum, er best at bera munnbind.

• Mælt verður til, at í mesta 100 áskoðarar - undir skipaðum umstøðum - koma saman til innandura ítróttakappingar.

• Mælt verður frá, at skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar skipa fyri størri tiltøkum, har onnur enn tey, sum tey vanliga eru saman við, eru við. Hetta merkir, at tað ikki eigur at verða skipað fyri tiltøkum, har foreldur ella onnur avvarðandi eru við.

• Ferðandi eiga dagarnar undan fráferð at vera serstakliga varin. Atferðin hesar dagarnar kann vera avgerandi.

• Øll ferðandi, sum koma til Føroya eiga at fara í heimauppihald til tey hava fingið úrslitið av kanningini sætta dag. At vera í heimauppihaldi merkir, at tú eigur ikki at fara til arbeiðis. Tú eigur ikki at fáa vitjan í hesum tíðarskeiðinum. Tú eigur ikki at fara til handils ella ørindi, men tú kanst t.d. fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har tú ikki kemur nær at øðrum fólkum.

• Ferðandi eiga undir ongum umstøðum at vitja avvarðandi á sjúkrahúsum, røktarheimum ella sambýlum, fyrr enn staðfest er, at royndin á 6. degi er negativ.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder