Flestu av tilnevningunum á FMA 2020 eru klárar. Reality Bytes, Afenginn, Marius DC og Jasmin teljast millum teirra við flest tilnevningum
Talan er um tilnevningar í tveimum ymiskum flokkum, popp/rokk og opnum flokki. Í opnum flokki hevur Afennginn fingið fýra tilnevningar og Janus Rasmussen tríggjar.
Í popp/rokk flokkinum hevur Reality Bytes fingið fýra tilnevningar, um tilnevningin hjá Daniu O. Tausen sum ársins kvinnuligi sangari verður roknað uppí. Marius DC, Jasmin, Ingi Poulsen og Greta Svabo Bech hava øll trý fingið tríggjar tilnevningar.
Enn eru nakrar tilnevningar eftir at kunngera, eitt nú Ársins nýggja navn og Ársins videolag, men niðanfyri fæst eitt yvirlit yvir tað, dómsnevndirnar higartil hava kunngjørt:
Popp/rokk:
Ársins kvinnuligi sangari:
Maarya
Dania O. Tausen
Greta Svabo Bech
Jasmin
Tamara
Ársins mannligi sangari:
Ingi Poulsen
Lyon Hansen
Marius DC
Ragnar Finsson
Pól Arni Holm
Ársins sangur:
Kostbar - Ingi Poulsen
When I Was A Kid – Flowin
All My Bones - Greta Svabo Bech
Juliet – Lyon
Symphony of Storms - Reality Bytes
Ársins útgáva:
Symphony of Storms - Reality Bytes
The MZA EP - Marius DC
Bones – Greta
I Know It’s Over – Jasmin
The Reson for Hardcore Vibes - Joe & The Shitboys
Ársins bólkur ella einstaklingur:
Ingi Poulsen
Reality Bytes
Marius DC
Joe & The Shitboys
Jasmin
Opin flokkur:
Ársins sangari ella einleikari:
Janus Rasmussen
Rógvi á Rógvu
Ólavur Jákupsson
Ársins bólkur ella kór:
Føroya Symfoniorkestur
Afenginn
Tórshavnar Big Band
Ársins útgáva ella konsert:
Vín - Janus Rasmussen
Catch – Plúmm
Klingra - Afenginn
Ársins kompositión:
Songs of solitude and night - Sunleif Rasmussen
Skjálvtin – Afenginn
Lilla - Janus Rasmussen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald