Innanlands

Hesi kunnu fáa fast sæti á tingi

Málsøkini eru býtt millum flokkarnar í nýggju samgonguni

2019-09-13 15:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verða seks aðalráð umframt løgmann í nýggja landsstýrinum, sum møguliga verður kunngjørt longu í morgin. Í hvussu so er, er ætlanin at kunngera samgonguskjalið áðrenn fyrsti tingfundurin í setuni verður settur klokkan 10 í morgin.

Hetta er eitt aðalráð færri enn í landsstýrinum, sum hevur virkað hetta seinasta valskeiðið.

Aðalráðið, sum verður vrakað, er Samferðslumálaráðið, sum fyrst Henrik Old og síðan Heðin Mortensen hava røkt vegna Javnaðarflokkin.

Málsøkini í hesum ráðnum, verða býtt sundur í onnur aðalráð.

Bárður á Steig Nielsen, komandi løgmaður, sigur, at tað eftir hansara meting hava verið ov nógv aðalráð, og at ongin orsøk er varðveita aðalráð, hvørs málsøki líka so væl kunnu røkjast undir øðrum ráðum.

Nú er tað ikki vist, at øll tey nýggju landsstýrisfólkini vórðu vald á ting á løgtingsvalinum, men sannlíkindini eru til staðar.

Bert eitt navn er púra vist í komandi landsstýrinum, og tað er Bárður á Steig Nielsen, sum verður landsstýrismaður.

Sambandsflokkurin fær harafturat vinnumál og heilsumál.

Verða hesi landsstýrisfólk vald millum tey valdu tingfólkini, so skulu trý nýggj sambandsfólk inn á ting.

Tey verða:

[object Object]
Jaspur Langgaard, Toftir, sum fekk 265 atkvøður

[object Object]
Erhard Joensen, Vágur, sum fekk 256 atkvøður

[object Object]
og Edva Jacobsen, Fuglafjørður, sum fekk 250 atkvøður.

Fyrsta eykakvinna hjá Sambandsflokkinum, um onkur berst undan at røkja tingarbeiðið í eina tíð, verður so Eyðdis Hartman Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, sum fekk 210 atkvøður.

Tríggir borgarstjórar kunnu koma inn
Fólkaflokkurin skal eisini seta trý fólk í landsstýrið. Um hesi koma út tingbólkinum, so verður sent boð eftir hesum fólkum at fullmanna tingbólkin. Øll eru borgarstjórar:

[object Object]
Heðin Zachariassen, Streymnes, borgarstjóri í Sunda kommunu, sum fekk 342 atkvøður

[object Object]
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum fekk 289 atkvøður

[object Object]
og Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sum eisini fekk 289 atkvøður

Fyrsti eykamaður hjá Fólkaflokkinum verður so Jóhan Eli Lyngvej Poulsen úr Hvalba, sum fekk 230 atkvøður.

Ungur miðflokkamaður
Um annaðhvørt Jenis av Rana ella Bill Justinussen taka á seg tunga landsstýrissessin, sum fær ábyrgd av bæði menta-, skúla- og uttanríkismálum, so verður tað ein ungur maður, sum tekur sæti á tingi fyri Miðflokkin:

[object Object]
Nevniliga 23 ára gamli Steffan Klein-Poulsen úr Hvannasundi, sum fekk 243 atkvøður.

Fyrsta eykamaður verður so ’grand old man’ í flokkinum, Thordur J. Niclasen av Eiði, sum fekk 154 atkvøður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder