Summarið er í hondum, og nógv er á skránni. Umframt stóru mentanarnáttina í Havn skuldi Norðoyastevna verða um vikuskiftið.
Og tað var seinnapartin í gjár, at avlýsingarnar komu inn í hópatalið. Mentanarnáttin og Norðoyastevnan og tey nógvu tiltøkini sum eru tengd at hesum fyrst.
Síðani ítróttartiltøk sum Tórshavn Marathon, sum var útsett og landsdystirnir hjá U21 og U19 monnum, har áskoðarar ikki sluppu framat.
Seinni gjørdist greitt, at áskoðarar heldur ikki sluppu til vinardystin hjá A-landsliðnum hjá monnum móti Íslandi á Tórsvølli klokkan 19:45 í kvøld.
Eina løtu var ógreitt um kappróðurin á Norðoyastevnu fór at verða gjøgnumførdur hóast stevnan varð avlýst, men í gjárkvøldið komu boð frá Róðrarsambandinum um, at kappróðurin heldur ikki verður, og arbeitt verður við at finna ein annan dag.
Um vikuskiftið verða eisini hondbóltsdystir hjá kvinnulandsliðnum, og eftir ætlan skuldu fleiri hundrað áskoðarar verið til hesar dystirnar, har Føroyar spæla ímóti Finnlandi og Ísrael. Hetta verður tó av ongum. Dystirnir verða leiktir, men hetta verður uttan áskoðarar.
Norðoyastevna - avlýst
Kappróður á Norðoyatsevnu - útsett
Mentanarnáttin - útsett
Tórshavn Maraton - útsett
Dystir hjá U21 ungdómslandsliðum í fótbólti - uttan áskoðarar
Vinarlandsdystur millum Føroyar-Ísland og Føroyar-Liktenstein í fótbólti - uttan áskoðarar
Undankappingardystir hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti - uttan áskoðarar
Umframt hetta eru hópin av smærri tiltøkum sjálvsagt eisini avlýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald