Uttanlands

Hesi vunnu virðislønir Norðurlandaráðsins

Ongin føroyingur varð róptur upp á pallin í Musikhuset í Helsingfors í kvøld

(Mynd: Magnus Fröderberg, norden.org)

(Mynd: Magnus Fröderberg, norden.org)

2022-11-01 20:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í kvøld varð stóra gallashowið hildið í sambandi við at virðislønir Norðurlandaráðsins vórðu latnar. Haldið var í Musikhuset í finska høvuðsstaðnum Helsingfors, har Norðurlandaráðið heldur sín ársfund í hesum døgum.

Ongin føroyingur var millum vinnararnar hesaferð.

Hinvegin var hitt lítla oygjalandið í norðurlendskum høpi, Áland, heiðrað. Tað var við umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Tað var høvuðsstaðurin í Álandi, Mariehamn, sum vann umhvørvisvirðislønina fyri átakið, ið verður rópt Nabbens våtmark.

Nabben er eitt vátlendi nærhendis býnum, har serligur innsatsur verður gjørdur fyri vatngóðskuni, so at lívmargfeldið økist eins og økið kann brúkast fyri borgararnar í býnum.

Evnið fyri umhvørvisvirðislønina í ár var “náttúrugrundaðar loysnir”, og onki uppskot kom úr Føroyum á hesum sinni.

Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins varð í ár latin svenska tónasmiðinum Karin Rehnqvust fyri klassiska verkið “Silent Earth”.

Tað var vinnarin av heiðurslønini í fjør, føroyska Eivør Pálsdóttir, ið handaði virðislønina.

Unn Patursson átti føroysku tilnevningina í ár fyri verk sítt “1902” hjá sangbólkinum Kata.

Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins verður annað hvørt ár latin einum tónaverki, og annað hvørt ár einum útinnandi listafólki. Hesaferð vóru tað verkini, sum vórðu heiðrað.

Norðurlendska virðislønir fyri barna- og ungdómsbókmentir varð latin norska høvundanum Nora Dåsnes fyri bókina “Ubesvart anrop”. Evnið í hesi bókini er hvussu yvirgangsatsóknin 22. juli 2011 rakti eina heila tjóð.

Føroyska bókin “Abbi og eg og abbi” hjá Dániali Hoydal og Anniku Oyrabø var føroyska uppskotið til hesa virðislønina. Henda bókin hevur fyrr fingið barna- og ungdómsheiðurslønina hjá Útnorðurráðnum, og fekk eisini barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs herfyri.

Stóra bókmentavirðislønin fór í ár til til danska rithøvundan Solvej Balle fyri skaldsøguna ”Om udregning af rumfang I, II og III”.

Føroyar høvdu innstillað eitt yrkingasavn til henda heiðurin í ár, nevniliga “Sólgarðurin” hjá Beini Bergsson.

Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins varð latin íslendska filminum “Lamb” hjá leikstjóranum Valdimar Jóhanssyni, sum hevur skrivað leikritið saman við Sjón. Føroyar stilla ikki filmir inn til hesa virðisløn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder