Møguliga er ein viðgerðarháttur móti covid-19 sjúkuni funnin. CNN og fleiri aðrir altjóða miðlar skriva, at góð úrslit eru fingin við at brúka heilivágin Remdesivir í stríðnum móti farsóttini, sum nú herjar heimin.
Hetta verður eisini váttað í einum tíðindaskrivi frá danska ríkissjúkrahúsinum, skrivar tv2.dk.
Royndir við evninum vísa, at koronasjúklingar, ið hava tikið Remdesivir, koma skjótari fyri seg aftur, enn sjúklingar, ið fáa placebo – altso, evnir við ongum virknaði.
- Dátur vísa, at Remdesivir hevur eina týðuliga jaliga ávirkan á tíðina, sjúklingar brúka at koma fyri seg aftur, sigur Anthony Fauci, stjóri fyri Institute of Allergy and Infectious Diseases, sum hevur fíggjað royndirnar.
Fyribils úrslit vísa, at heilivágurin styttir tíðina hjá sjúklingum at koma fyri seg aftur frá 15 til 11 dagar. Eisini vísa royndirnar, at deyðiligheitin hjá sjúklingum fellur úr 11 til 8 prosent.
Sambært ABC News er evnið roynt á 1.063 sjúklingum í 22 londum. Danmark eru millum hesi 22 londini. 42 danskir sjúklingar hava verið við, skrivar tv2.dk.
Í eini samrøðu við TV2 sigur Jens Lundgren, professari í ígerðarsjúkum, at úrslitið er týðandi.
- Fyri okkum er hetta eitt týðandi stig, tí viðgerðin eftir øllum at døma virkar, og tí kann brúkast í fyrireikingunum til eitt viðgerðartilboð til sjúklingar við covid-19, sigur hann.
Professarin leggur dent á, at heilivágurin er brúktur til sjúklingar, ið longu eru innlagdir og hart raktir. Óvist er tí, um Remdevisir virkar á koronasmittað, sum ikki eru so hart rakt, at tey hava brúk fyri viðgerð á sjúkrahúsi.
Remdesivir var upprunaliga ment til stríðið móti ebola-smittuni í Afrika.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald