Innanlands

Hesir læknar taka undir við rættinum at ráða yvir egnum kroppi

Atgongd til lógliga og trygga abort er heilsurøkt, og avgerðarrætturin skal liggja hjá kvinnuni, halda 44 læknar

2024-04-20 16:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í juni 2023 kunngjørdi læknafelagið eina spurnarkanning um galdandi abortlóg í Føroyum. Av teimum, ið svaraðu søgdu 89 prosent (106 læknar) at kvinnan skal taka avgerðina og at galdandi lóg eigur at verða broytt, so tað er upp til kvinnuna at avgera um hon vil enda graviditetin innan ávíst tíðarmark.

Í apríl 2024 var stig tikin til eina undirskriftinnsavning millum føroyskar læknar.

Undirritaðu læknar taka undir við rættinum hjá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi. Atgongd til lógliga og trygga abort er heilsurøkt, og avgerðarrætturin skal liggja hjá kvinnuni.

44 læknar skrivaðu undir. Hesi vóru:
Gerda Ferjá Heldarskarð
Turið Jónleyg Rein
Andrea Vatnsdal
Rúni Haraldson
Bára Randrup Joensen
Turið Akraberg Poulsen
Ragnar Tausen
Stina av Kák Kollsker
Niclas Højgaard Eysturoy
Marin í Dali
Katrin Olsen
Katrina Clementsen
Amalia Danielsen
Turið Johannessen
Ronja Mikkelsen
Kristina Brekkstein
Bára Óladóttir á Dunga
Dagmar Johannesen
Henný Haraldsen
Sebastian Dahl Wærnskjold
Marnar Fríðheim Kristiansen
Mia Heinesen
Dorrit Bech Joensen
Eyðbjørg Gaard
Birita Debes
Rannveyg Friðriksdóttir
Jacobina Kristiansen
Lillian Danielsen
Sára Johannesen
Elin Holm
Guðrun Morrensen
Herborg Líggjasardóttir
Johannesen Ása Jacobsen
Guðrun Zachariasen
Jeaneth Løkjá
Fríða við Streym
Maria Winther Dalsgaard
Birna Skaalum Petersen
Anneke Højrup
Absalon Eysturoy
Rebekka Blak
Rúni Seloy
Turid Holm
Annika Olsen

Stigtakarar vóru
Turið Jónleyg Rein, lækni á Medicinska Depli, Landssjúkrahúsið
Gerda Ferjá Heldarskarð, lækni á deild fyri Gynækologi og Obstetrik, Hillerød

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder