Í Hetlandi fegnast tey nú um, at tey í næstum fáa flogsamband við størstu floghavnina í London, Heathrow.
Ikki beinleiðis tó, men umvegis eina millumlending í skotska býnum Dundee.
Tað er skotska flogfelagið Loganair, sum boðar frá, at tað frá 7. mai fer at flúgva til Heathrow í staðin fyri tað nógv minni floghavnina London City.
Harvið missa kundarnir hjá Loganair fyrimunin av nærleikanum til stórbýin fyri í staðin at fáa stórar møguleikar fyri at ferðast víðari út í heim, tí úr Heathrow er møguligt at koma víðari til floghavnir alla staðni á klótuni.
Loganair váttar fyri Shetnews, at ferðaætlanin verður nærum tann sama, sum tá flogið verður til London City. Ferðandi úr Hetlandi, sum skulu til London, noyðast ikki í land undir millumlendingini í Dundee, men kunnu vera sitandi í flogfarinum, skrivar Shetnews.
Í Hetlandi hava tey stórar væntanir til, at henda nýggja farleiðin kann gagna hetlendsku ferðavinnuni, tí áhugi er fyri Hetlandi úti í heimi, ikki minst orsakað av væl umtóktu BBC-krimirøðini “Shetland” um lokala uppkláraran Jimmy Perez.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald