2022-12-15 08:29
Undantaksstøða er í Hetlandi í løtuni. Alla hesa vikuna hevur stórur partur av landinum ligið í streymloysi eftir at ein ravmagnsleiðing hoknaði undir tunga kavanum, sum legði seg yvir okkara part av heiminum fyri nøkrum døgum síðani.
Í gjárkvøldið vóru tað framvegis 2.800 ognir, sum ikki høvdu fingið streymin aftur, veit Shetnews at siga.
Fleiri lið av serfrøðingum eru sent til Hetlands at hjálpa til við at umvæla streymleiðingarnar.
Hetlendska oyggjaráðið hevur upprættað fleiri hjálparmiðstøðir í skúlum, bygda- og felagshúsum kring landið, har borgarar hava kunnað fingið okkurt heitt at eta og drekka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald