Innanlands

Hetland: Ítøkiligar vónir um fyrsta undirsjóvartunnilin

Hetlendska oyggjaráðið hevur samtykt eina ætlan fyri útbygging av infrakervinum, og har stendur ein undirstjóvartunnil millum hetlendska meginlandið og Yell fyrst fyri.

2026-09-23 17:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Okkurt bendir á, at hetlendingar eru komnir nærri einum undirsjóvartunnli – eitt mál, sum í longri tíð hevur verið eitt heitt politiskt kjakevni hjá okkara nærmastu grannum.

Ikki minst í sambandi við valið til skotska tingið, Holyrood, har Hanna Mary Goodlad, umboðandi Scottish National Party, fyri fyrstu ferð í fleiri ættarlið, koppaði liberala flokkinum av pinninum sum umboð fyri Hetland.

Eftir at Hannah Mary varð vald á ting, er hon útnevnd til at vera ministari fyri almennari fígging, og av tí at hon brúkti nógva tíð í valstríðnum fyri at agitera fyri, at hetlendingar fáa betri infrakervi, eitt nú við at binda oyggjar saman við undirsjóvartunnlum, so kann sigast, at ein undirsjóvartunnil í Hetlandi er komin nógv nærri einum veruleika.

Í hesi vikuna hendi tað so, at oyggjaráðið í Hetlandi, Shetland Island Council, ið er tann lokala landspartastjórnin, samtykti eina nýggja samferðsluætlan fyri Hetland, og í hesi ætlan eru undirsjóvartunnlar við, og í ætlanini stendur eisini, at farast skal fyrst undir undirsjóvartunnlin millum Shetland Mainland og norðraru oynna Yell, og síðan víðari við tunnli millum Yell og Unst. Unst er tann norðasta av teimum størru oyggjunum í Hetlandi – har sum rakettstøðin í Hetlandi liggur.

Í sambandi við samtyktina í hetlendska oyggjaráðnum sigur Emma Macdonald, ráðsforkvinna, at við tí fíggingini, sum ætlanin longu hevur fingið frá skotsku stjórnini, so kann farast undir arbeiðið við Yell-tunnlinum nú.

- Okkara mest týðandi avbjóðing nú er at tryggja fígging so umsitingin kann fara víðari við ætlanini. Sambandið millum oyggjarnar er lykilin til at læsa upp fyri møguleikunum í Hetlandi, og bæði skotska stjórnin og bretska stjórnin í London hava áhuga í at hjálpa til við at fáa hetta at henda, sigur Emma Macdonald við heimasíðuna hjá Shetland Island Council.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder