Uttanlands

Hetland og Orknoyar framvegis liberal

Alistair Carmichael varð afturvaldur til tjóðartingið á valinum í gjár

Alistair Carmichael vitjaði krígskirkjugarðin í Miðvági á Føroyavitjan í 2015 (Savnsmynd: Jan Müller)

Alistair Carmichael vitjaði krígskirkjugarðin í Miðvági á Føroyavitjan í 2015 (Savnsmynd: Jan Müller)

2019-12-13 13:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast stórar byltingar eru í politiska landslagnum bæði í Onglandi, har tey konservativu vinna seg fram og í Skotland, har SNP vinnur fram, so er støðan tann sama í norðrasta valdøminum í bretska kongsríkinum.

Síðan síðsta heimsbardaga hava hetlendingar og orknoyingar vald ein liberalan at umboða seg í Westminster, og demokraturin hevur sitið tryggur, líkamikið um tað hava verið Labour ella tey konservativu, sum hava sitið í stjórn í London.

Og síðan valið í 2001 hevur tjóðartingsumboðið itið Alistair Carmichael. Og hann varð eisini afturvaldur á valinum í gjár.

Á valinum í 2010 fekk Carmichael heili 62 prosent av atkvøðunum. Men seinastu trý valini hevur hann fingið mótstøðu frá skotska tjóðskaparflokkinum, SNP.

Á valinum í gjár fekk Alistair Carmichael og Liberal Democrats 10.381 atkvøður, svarandi til 44,8 prosent av atkvøðunum, meðan SNP og Robert Leslie fingu 7.874 svarandi til 34,0 prosent. Harvið gingu SNP fimm prosentstig fram í mun til seinasta val, meðan tey liberalu gingu 3,8 prosentstig aftur.

Tey konservativu og Jenny Fairbairn gjørdist triðstørsti flokkur við 9,9 prosentum, Labor og Coilla Drake fingu 6,7, Brexit Party og Robert Smith 3,9 og uttanflokkavalevnið David Barnhard fekk 0,7 prosent av atkvøðunum.

Alistair Carmichael er 54 ára gamal og føddur á oynni Isley í Vesturskotlandi, kallað Innaru Hebridurnar. Hann og familjan eru búsitandi í Orknoyggjum.

Floksforkvinnan legði frá sær
Sessurin í Northern Isles hevur verið roknaður sum ein hin tryggasti hjá liberaldemokratiska flokkinum. Á tjóðartingsvalinum í gjár fekk flokkurin 11 umboð vald í Westminster. Tað er ein afturgongd upp á ein tinglim.

Valið í gjár fekk avleiðingar fyri forkvinnuna í flokkinum, Jo Swinson. Hon misti sín tjóðartingssess í skotska valdøminum East Dunbartonshire til Amy Callaghan, sum fekk 149 atkvøður fleiri.

Jo Swinson tók avleiðingarnar beinanvegin og legði frá sær sum floksforkvinna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder