Uttanlands

Hetland tekur móti ferðandi aftur 15. juli

Loganair selur aftur ferðaseðlar til turistar, ið vilja halda frí í Hetlandi

2020-07-01 14:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Frá hálvum juli verður aftur møguleiki hjá fólki at koma til Hetlands á frítíðarferð. Tað skrivar Shetland Times í dag frá Loganair, sum røkir flúgvingina millum Sumburg og skotska meginlandið.

Megan koronakreppa hevur verið, hevur flúgvingin verið avmarkað til arbeiðsfólk og sjúkraflutning. Seinastu tíðina hava hetlendingar tó havt møguleika at flúgva inn á meginlandið at vitja næstringar.

Men frá hálvum juli verður møguleiki hjá ferðafólki at koma til Hetlands á frítíðarferð aftur. Hetta hendir samstundis, sum Bretland annars letur upp aftur eftir tær avmarkingar, ið hava verið í gildi í sambandi við koronasmittuna.

Treytin fyri ferðingi er, at fólk halda seg til tey ráð og avmarkingar, sum myndugleikarnir annars seta.

NorthLink Ferries, ið siglir millum Lerwick og meginlandið loyvir nú hetlendingum at ferðast til Skotlands við teirri treyt, at tey halda almennu ásetingar, men felagið hevur enn ikki boðað frá, hvussu er við sigling til turistum, ið ætlar sær til Hetlands at halda frí, skrivar Shetland Times. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder