Uttanlands

Hetlendingar ætla sær til Føroya at kanna tunnlar

  Nú Hetland skal leggja til rættis framtíðar samferðsluútbyggingar og velja millum nýggjar ferjur og undirsjóvartunlar eru Føroyar og føroysku tunlarnir av álvara komnir undir sjóneykuna í Hetlandi.  

2023-09-05 20:04 Author image
Jan Müller
placeholder

Í miðlunum í Hetlandi og í Skotlandi við BBC á odda hava framtíðar tunnilsætlanir í Hetlandi alstóra raðfesting og kemst hetta av, at Hetland innan stutta tíð skal til at gera av, um oyggjalandið framhaldandi ynskir at varðveita mongu ferjusambondini millum oyggjarnar ella um landið ynskir at ganga “føroysku” leiðina og byggja undirsjóvartunlar. Fleiri av ferjunum, sum binda oyggjarnar saman, eru vornar gamlar og skulu skiftast út. Men sterkar røddir eru frammi í Hetlandi um, at undirsjóvartunlar eins og teir í Føroyum eru framtíðin.

Nú verður so kjakast um, í hvussu stóran mun undirsjóvartunlar skulu binda oyggjarnar saman og í hvussu stóran mun nýggjar ferjur. Hóast ferjutraditiónin er gomul og eigur lívið í smærri oyggjasamfeløgunum, eins og gevur arbeiði til nógvar íbúgvar, so strongja mong á at tunlar skulu avloysa í hvussu er nakrar av ferjunum. Pengar eru longu settir av til at gera tær fyrstu kanningarnar, men íbúgvarnir halda hetta gongur ov seint og hava tí sett á stovn áhugafelagsskapir, ið eru farnir at savna pengar inn til kanningararbeiðið.

Í dag legði “The Yell and Unst Tunnel Action Groups” fram úrslitið av fyrstu royndunum at fáa pengar til vega og er talan um hálva aðru mió. kr., sambært bæði Shetland Times og Shetland News.

Við hesum ynskja hetlendingar at vísa myndugleikunum sín stuðul til tunnilsfyrireikingarnar. -Vit kunnu ikki bara og sita og hyggja at, meðan okkara oyggjasamfelag dragnar afturút vegna gamlar og ótíðarhóskandi ferjur sigur umboð fyri felagsskapin. -Vit mugu arbeiða saman við at endurbyggja undirstøðukervið soleiðis at tað verður meira liviligt í oyggjunum hjá komandi ættarliðum.

[object Object]

Herfyri kunngjørdi skotski ráðharrin í bretsku stjórnini Alistair Jack, at stjórnin fer at stuðla útbygging av tunlum og fer at hava fund við SIC, hetlendsku stjórnina at umrøða framtíðar útbygging av samferðsluni millum oyggjarnar.

Tað liggur í kortunum, at útbyggingar fara at fevna bæði um nýggjar ferjur og undirsjóvartunlar. Stýrið í Hetlandi hevur annars sett av 700.000 pund til tess at menna eina “business case” fyri tunlarnar. Verkætlanin er longu í gongd.

[object Object]

Miðjað verður móti at gera fýra tunlar millum Unst, Yell, Whalsay og Bressay.

Umboð fyri tríggjar av privatu tunnilsfelagsskapunum, ið ynskja at gera part av kanningararbeiðinum, hava gjørt av at koma til Føroya seinni í hesum mánaðinum at læra av føroysku royndunum eitt nú, hvussu føroyingar hava megnað at fíggja stóru íløgurnar. Og her eisini hvussu nýggju tunlarnir hava ávirkað lívið og gongdina í økjunum tær binda oyggjar saman.

Sambært hetlendskum miðlum vóru umboð fyri føroysku byggifyritøkuna Articon herfyri á vitjan í Hetlandi fyri at umrøða tunnilsframtíðina og harvið eisini møguliga kunna geva sítt jaliga íkast til eina slíka samferðslumenning. 

Í Hetlandi hevur spurningurin um at endurnýggja samferðsluna millum oyggjarnar hægstu raðfesting, tí fleiri av verandi ferjum hava tænt sína tíð og eru vornar ov gamlar og ótíðarhóskandi umframt at tær hava stórt útlát og tí ikki hóska til grøna orkuskiftið, sum Hetland ynskir.

Tað hevur fingið leiðaran í hetlendska stýrinum at úttala, at spurningurin um undirstøðukervið er ryggurin í tí hetlendska samfelagnum og tí má hann fyri einhvønn prís raðfestast. Í dag telur ferjuflotin 12 ferjur, sum árliga flyta 750.000 ferðandi.

[object Object]


Meira fæst at vita á shetlandtunnels.co.uk og www.crowdfunder.co.uk/p/unst-yell-tunnel-action-groups-fundraiser.

Keldur: Shetland Times og Shetland News og BBC

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder