Uttanlands

Hetlendingar fáa endurgjald fyri streymloysi

Elveitingarfelagið SSEN rindar 2.700 hetlendskum brúkarum tilsamans 5,6 milliónir krónur í endurgjaldi

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2023-01-12 09:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hetlendingar, sum mistu streymveitingina undir kavastorminum í desember, fáa nú endurgjald frá ravmagnsfelagnum.

BBC skrivar í dag, at 660.000 pund, svarandi til knappar 5,6 milliónir krónur eru á veg til Hetlands.

Í desember fór streymveitingin um stóran part av Hetlandi undir kavastormi. Fleiri túsund heim høvdu ikki streym, nøkur í fleiri dagar.

Les eisini: Hetland í streymloysi alla vikuna 

Orkufelagið Scottish and Southern Electricity Networks, SSEN, lovar nú endurgjald til teir brúkarar, sum ikki høvdu fingið streymin aftur innan tvey samdøgur. Endurgjaldi er á upp til 700 pund – knappar 6.000 krónur.

2.700 brúkarar fáa endurgjald – tilsamans 660.000 pund. Tilsamans 5.200 heim mistu streymin.

SSEN mátti senda 150 teknikarar og linjufólk til Hetlands fyri at bøta um skaðarnar. Tey harðast raktu høvdu ongan streym í seks samdøgur, skrivar BBC. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder