Uttanlands

Hetlendingar skulu velja nýggjan tingmann

Tavish Scott, sum hevur umboðað hetlendingar í Holyrood síðan stovnanina í 1999, hevur tikið móti nýggjum avbjóðingum

2019-06-26 13:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Øll árini síðan skotska tjóðartingið, Holyrood, varð stovnað í 1999 hevur Tavish Scott úr Liberala flokkinum umboðað valdømið. Hann er ein av bert fýra tinglimum, sum hevur sitið á tingið og umboða sama valdømi síðan 1999 og við 44 prosentum av atkvøðunum seinast er hann eisini tann politikarin í skotska tjóðartinginum, sum hevur sitið tryggast, skrivar BBC.

Men nú gevst hann fyri ístaðin at taka av einum arbeiði í skotska rugbysambandinum har hann byrjar í august.

Tavish Scott var limur í Shetland Island Council áðrenn hann varð valdur í Holyrood, og hann hevur hesi árini bæði verið skotskur flutningsmálaráðharri og leiðari fyri liberala flokkin. Hann gavst sum leiðari fyri flokkin eftir vánaliga valið í 2011, tá flokkurin misti fleiri tingsessir.

Tavish Scott sigur, at tað hevur verið ein stórur heiður at hava umboðað Hetland hesi 20 árini.

- Eg gevist í liberala flokkinum í eini sera spennandi tíð. Vit hava havt framúr góð úrslit á valinum til ES-tingið, og veljarakanningarnar benda á eina bjarta framtíð fyri flokkin, sigur hann við BBC. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder