Uttanlands

Hetlendsk rakettstøð partur av rúmdarverkætlan

SaxaVord støðin á Unst í Hetlandi skal veita stuðul til fylgisvein, ið verður sendur út í rúmdina seinnapartin

So seint sum í farnu viku, varð ein Falcon 9 rakett skotin út av Cape Canaveral (Mynd: EPA)

So seint sum í farnu viku, varð ein Falcon 9 rakett skotin út av Cape Canaveral (Mynd: EPA)

2022-01-13 12:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Komandi rakett útskjótingarstøðin í Unst í Hetlandi, SaxaVord UK Space Center, eigur ein leiklut í hendingini, tá ein fylgisveinur seinnapartin í dag verður skotin út í rúmdina í eini Falcon9 rakett hjá SpaceX.

Útskjótingin verður um trýtíðina seinnapartin av Cape Canaveral í Florida.

Hetlendska rakettstøðin SaxaVord hevur gjørt sáttmála við rúmdarfyritøkuna Lunasonde um at veita stuðul (launch and early operation support) til fylgisveinin Gossamer Piccolomini, sum skal setast í ringrás um jørðina.

Tá fylgisveinurin er komin upp á pláss, skal hetlendska støðin framhaldandi spæla ein leiklut við at taka niður dátur. Uppgávan hjá fylgisveininum er at skanna jørðina til tess at finna óbrúkt tilfeingi í undirgrundini, skrivar heimasíðan hjá SaxaVord í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder