
Martin Jensen valdi Kára Fossdalsá av Toftum fram um teir báðar ungu dreingirnar, Malthe og Tobias úr Aarhus, sum saman kalla seg Oscar.
Hetta er ein ómøgulig uppgáva, segði Martin Jensen, og hevði trupult við at hyggja upp á sínar sangarar tá tað varð kravt av honum, at hann skuldi taka eina avgerð.
Men hann valdi at lata Kára Fossdalsá sleppa at halda fram í kappingini.
Eftir showið ásannaði Martin Jensen fyri Portalinum, at hann gjørdi tað, tí Kári er ein betri sangari, og tí hann sær størri møguleikar at arbeiða við Kára í komandi live-showum.
Seinni í kvøld hava vit eina video-samrøðu við dómaran, sum kom í hesa truplu støðuna, sum hann sjálvur sammetti við at velja ímillum børn síni.
Tina Mellemgaard var tann fyrsti av luttakarunum, sum varð róptur fram millum teirra, sum sleppa at halda fram næsta fríggjadag (Myns: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald