Innanlands

Hetta var tað fyri hesaferð

Tað er sorgblítt at siga farvæl, sigur Jógvan Skorheim, sum nú takkar fyri seg eftir átta ár sum borgarstjóri í Klaksvík

Jógvan Skorheim við familju

Jógvan Skorheim við familju

2020-12-18 20:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast Jógvan Skorheim fekk flestar atkvøður í Klaksvíkar kommunu á valinum tann 10. november, so endaði hann uttanfyri ávirkan, tá býráðið skipaði seg.

Karl Johansen úr Sambandsflokkinum verður nýggjur borgarstjóri í næst størstu kommunu í landinum, og Jógvan Skorheim takkar sostatt fyri seg eftir átta ár í borgarstjórasessinum.

- Seinastu árini hevur lív okkara verið nógv merkt av borgarstjórastarvinum, og hetta hevur sjálvandi verið serstakt fyri meg, men ikki minni fyri alla familjuna, skrivar Jógvan Skorheim á Facebook í dag.

Hann bað í dag starvsfólkunum í kommununi farvæl.

- Tað er sjálvandi sorgblítt at siga farvæl við øll tey dugnaligu og fittu starvafólkini, sum álitisfult hvønn dag arbeiða fyri okkara kommunu.

At borgarstjórastarvið hevur fylt nógv fyri familjuna, er dótturin eitt tekin um. Hon kennir ikki til annað.

- Vón var bara 1 ára gomul, tá ið eg tók við sum borgarstjóri, og í dag er hon sjálvandi 9 ár. Tískil kennir hon ikki til annað, skrivar hann.

- Eitt sum eg havi verið ómetaliga takksamur fyri, er tann móttøka, ið vit sum familja hava fingið allastaðni vit eru komin. Hóast vit eru komin við einum smábarni til alskins tiltøk og røður, so hava fólk havt tol, umhugsni og kærleika fyri henni og okkum.  Seinasta árið hevur okkara yngsti, Kristian, eisini upplivað júst hetta sama, skrivar Jógvan Skorheim.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder