Á tíðindafundi fyrrapartin kunngjørdi Magnus Heunicke, at fleiri danir skulu kannast fyri koronu tvær ferðir um vikuna - við skundkanning ella vanligu PCK-kanningini - hetta fyri at samfelagið kann lata trygt upp aftur.
Talan er um eina avtalu, ið danska stjórnin hevur gjørt við Kommunernes Landsforening (KL) og Danske Region. Hon inniber, at arbeiðsfólk skulu kannast tvær ferðir um vikuna, og hetta var sambært heilsumálaráðharranum neyðugt. Annars er neyðugt, at Danmark er so nógv afturlatið sum nú, tá bert matvøruhandlar og apotek eru opin, og bert tey yngstu kunnu fara í skúla.
Magnus Heunicke greiddi eisini frá á tíðindafundinum, at stjórnin í løtuni bíðar eftir útrokningunum frá heilsumyndugleikunum, sum skulu vísa, hvørjar avleiðingar tað kann hava at lata upp fyri ymiskum í samfelagnum - millum annað hægri útbúgvingum og ávísum handlum og fyritøkum. Tær verða helst til reiðar í komandi viku, og so kann stjórnin leggja eina ætlan fyri, hvussu meira virksemi kann koma í gongd í Danmark, har smittutølini eru batnandi.
Og tað er nú ein meiriluti á Christiansborg, sum er fyri at latið verður upp fyri størri virksemi. Blái blokkurin hevur leingi trýst á, og nú ynskja SF og aðrir flokkar, at Mette Frederiksen og aðrir myndugleikar skunda undir tilgongdina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald