Innanlands

Hevði gingið seg fasta í haganum

Í gjár mátti løgreglan vegleiða eina kvinnu, sum var farin einsamøll í hagan omanfyri Trongisvág

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-14 08:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni, men seinnapartin í gjár kom ein fráboðan frá einari útlendskari kvinnu, sum hevði gingið seg fasta í haganum.

Tað var beint eftir klokkan 15, at kvinnan ringdi til løgregluna og bað um hjálp, tí hon var farin einsamøll í hagan omanfyri Trongisvág, og hon visti ikki, hvussu hon skuldi sleppa oman aftur.

Við vegleiðing frá løgregluni og átaksleiðaranum í økinum umvegis telefon, eydnaðist tað kvinnuni at sleppa oman aftur í øllum góðum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder