Innanlands

Hevði hassj í viðførinum

Ein dani varð í gjár tikin við 3-400 grammi av hassji á Vága floghavn.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-10-02 07:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tollararnir á Vága floghavn steðgaðu í gjár einum manni, sum hevði rúsevni í viðførinum.

Talan var um ein dana, sum var komin við flogfari úr Danmark, sum hevði 3-400 gram av hassji í viðførinum.

Tá talan er um so stóra nøgd, verður mett, at hassjið var ætlað til víðari sølu, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Maðurin varð handtikin, skuldsettur og leyslatin aftur. Hann kann vænta sær eina bót og ein treytaðan dóm.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder