Innanlands

Hevði ikki barnið í trygdarbelti

Ein bilførari hevði í gjárkvøldið eitt smábarn frammanfyri hjá sær ímillum seg og róðrið, og tað er ikki loyvt, og fær hann tí klipp í koyrikortið umframt eina bót

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-19 10:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært lóg skulu øll vera í trygdarbelti, tá tey eru í bili, og er talan um børn undir 15 ár er tað ábyrgdin hjá bilføraranum at tryggja sær, at tey eru rætt íbundin. Men í gjárkvøldið um 18-tíðina fekk løgreglan eina fráboðan um ein bilførara, sum koyrdi við einum leysum barni.

Talan var um eitt smábarn, sum var frammanfyri ímillum føraran og róðrið, sigur vakthavandi á politistøðini.

Løgreglan fekk fatur á bilføraranum, og hann játtaði at hann hevði koyrt við einum barni, sum ikki var íbundið.

Eru børn ikki rætt íbundin, kostar tað føraranum eitt klipp í koyrikortið umframt eina bót, og tað var júst tað, sum hesin førarin fekk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder