2024-05-21 09:19
Tá Norrøna legði at í gjár, tók TAKS ein persón til síðis. Illgruni var um, at viðkomandi hevði rúsevni á sær ella í kroppinum, og so var.
Løgreglan upplýsir, at hesin maðurin hevði rúsevni í endatarminum. Hetta vísti ein kanning á Landssjúkrahúsinum. Talan var um eitt sindur yvir 30 gramm av hassji.
Talan var um ein føroying í tjúguárunum. Hann fær eina bót fyri hetta - av tí at mongdin ikki er størri, verður revsingin ikki meira enn tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald