Innanlands

Hevði sníkt seg inn á gistingarhús

Sami persónur varð sæddur á tveimum ymiskum gistingarhúsinum. Óbodni gesturin hevði millum annað stolið vín

Óbodni gesturin hevði latið onkur spor eftir seg á gistingarhúsunum, greiðir vaktleiðarin frá (Mynd: Sverri Egholm)

Óbodni gesturin hevði latið onkur spor eftir seg á gistingarhúsunum, greiðir vaktleiðarin frá (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-28 08:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vaktleiðarin á løgreglustøðin í Havn boðar í morgun frá, at ein persónur er skuldsettur fyri at fara óboðin - og uttan at gjalda  - inn á ymisk støð á gistingarhúsinum.

Talan er um tvey ymisk gistingarhús. Tey boðaði løgregluni frá heldur margháttiligu støðuni.

Óbodni gesturin hevði latið onkur spor eftir seg á gistingarhúsunum, greiðir vaktleiðarin frá, Viðkomandi hevði eisini tikið millum annað vín.

Sí eisini: Eldur í City Church


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder