Eitt ógvuliga álvarsamt mál kemur fyri Føroya Rætt í morgin. Talan er um mál, ið snýr seg um barnaporno og eggjan til kynsliga misnýtslu av børnum.
Føroya Politi skrivar, at ein maður í fimmtiárunum í januar 2024 varð handtikin og skuldsettur fyri at fremja kynslig brotsverk á internetinum.
Í sambandi við handtøkuna, bleiv ein húsarannsókn eisini framd og hald varð lagt á ymsar teldulutir. Tann skuldsetti hevur verið varðhaldsfongslaður síðan handtøkuna, og kanningararbeiðið er nú liðugt. Tað var ikki tespiligt, hvat viðkomandi hevði av tilfararið liggjandi.
- Maðurin er millum annað skuldsettur fyri at hava deilt yvir 50 myndir og filmar við barnapornografiskum innihaldi og at hava í varðveitslu yvir 30.000 myndir og filmar við barnapornografiskum innihaldi.
Føroya Politi upplýsir eisini, at maðurin er skuldsettur fyri at í fýra umførum at hava viðvirkað til roynd at neyðtaka børn undir 12 ár. Hetta fór fram á sosiala miðlinum Twitter - nú nevnt "X".
Hann er skuldsettur fyri at hava eggjað aðrar brúkarar uttanfyri Føroyar at neyðtaka børn og at vegleða hesar persónar um, hvørjar kynsligar gerðir teir skuldu gera móti børnunum.
Málið verður viðgjørt í Føroya Rætti í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald