
Siba er navnið á fyrstu føroysku perfumuni.
Stigtakarin, Barbara Næss Gunnarsson, hevur nú gjørt avtalu við handilin Margerita í SMS, har nýggja luktilsið kann roynast, áðrenn kundin ger av at keypa hana.
- Eg havi leingi gingið við dreyminum um at gera ætlanina um eina føroyska parfumu til veruleika, og havi arbeitt við ætlanini í nøkur ár við síðuna av mínum vanliga starvi, sigur Barbara Næss Gunnarsson.
Barbara Næss Gunnarsson
Føroyska náttúran gevur íblástur til angan
- Eg veit, at føroyingar brúka eins nógva parfumu og onnur. Eg haldi eisini, at tað er líka so náttúrligt, at okkara mongu angar úr føroysku náttúruni verða nýttir í føroyskt framleiddum parfumum, sum tær parfumur, sum verða framleiddar aðrastaðni í heiminum.
- Eg havi brúkt nøkur ár nú upp á at skapa tann angan, eg meti rigga væl til føroyskar kvinnur, samstundis sum at angin ikki skal vera ov sterkur, men kortini skal vara leingi. Mítt fyrireikingararbeiði vísir, at bæði konu- og mannfólki í Føroyum dámar væl ein mildan og avrundaðan anga, og hetta hevði eg í huga, tá ið eg setti angan saman, sigur Barbara Næss Gunnarsson.
Fleiri produkt ávegis
Í fyrsta lagi er talan um eitt konufólkaluktilsi, men seinni er ætlanin eisini at framleiða eitt mannfólkaluktilsi. Tað arbeiðið er eisini langt síðan byrjað, men tað er kostnaðarmikið og tíðarkrevjandi at framleiða tílíkar vørur.
Ætlanin er eisini at framleiða aðrar vørur, so sum angapinnar, krem, stearinljós við anga og annað tílíkt. Ætlanin er at ein fullfíggjað kollektión skal vera klár um eini fimm ár.
- Av tí at tað er kostnaðarmikið at framleiða eina parfumu, havi eg sett meg í samband við Hópfígging fyri á tann hátt at leita stuðul til at gera hesa visjónina til veruleika, sigur Barbara Næss Gunnarsson at enda.
https://www.hopfigging.fo/project/view/92
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald