Innanlands

Hevur gingið væl at koppseta í Føroyum

Samanumtikið hevur gingið væl við koppsetingini, er niðurstøðan í nýggjari støðulýsing, sum Heilsumálaráðið hevur almannakunngjørt – Føroyar hevur koppsett fleiri fyri hvørji 100 íbúgvar enn onnur Norðurlond, og tey flestu, sum hava fingið tilboð um koppseting, hava tikið av

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-02-19 12:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

30. desember 2020 varð farið undir at koppseta fyri covid-19 í Føroyum, og tey, sum fingu fyrstu koppsetingarnar, verða nú endurkoppsett.

Samanumtikið hevur gingið væl við koppsetingini, undirtøkan hevur verið sera góð, og gagnnýtslan av koppingarevni hevur verið høg, skrivar Heilsumálaráðið.

Koppsetingarbólkurin hevur nú gjørt eina støðulýsing av koppsetingartilgongdini frá 30. desember til 17. februar 2021. Hetta er tann fyrsta støðulýsingin av sínum slag, og koppsetingarbólkurin fer at dagføra støðulýsingina regluliga komandi mánaðirnar.

2,3 prosent av fólkinum liðugt koppsett

Í tíðarskeiðnum 30. desember 2020 til 17. februar 2021, vórðu 5.355 koppsetingar givnar í Føroyum.

Tilsamans eru 4.134 fólk koppsett í Føroyum, ið svarar til 7,8 prosent av fólkatalinum. Av teimum hava 1.221 fingið bæði fyrru og seinnu koppsetingina, og eru tey sostatt liðugt koppsett. Hetta merkir, at 2,3 prosent av fólkinum í Føroyum eru liðugt koppsett.

Av teimum, sum hava fingið fyrru koppsetingina í Føroyum, er talan um 3.226 heilsu- og røktarsvarsfólk, 586 búfólk á ellis- og røktarheimum, 295 sjúklingar í serligum vandabólkum, og 27 avvarðandi hjá sjúklingum í vandabólki.

Av teimum, sum eru liðugt koppsett eru 1.220 heilsu- og røktarstarvsfólk og ein sjúklingur í serligum vandabólki.

Øll heilsu- og røktarstarvsfólk í fremstu røð hava fingið bjóðað koppseting. Somuleiðis hava øll búfólk á ellis- og røktarheimum á eldraøkinum fingið koppsetingina í boðið.

Enn vanta búfólkini á bústovnum undir Almannaverkinum. Hesi verða eftir ætlan koppsett, tá farið verið undir aftur at koppseta, verður upplýst.

Hava koppsett fleiri kvinnur enn menn

Í støðulýsingini sæst eisini kynsbýtið á teimum, sum eru koppsett í Føroyum.

Bert 1.000 menn eru koppsettir í Føroyum, restin eru kvinnur. Hetta, tí at fleiri kvinnur arbeiða sum heilsu- og røktarstarvsfólk.

Tá hugt verður at aldursbýtinum sæst, at fleiri fólk, sum hava tikið av tilboðnum um koppseting eru í aldrinum 50 - 59 ár. Fá fólk eru í aldursbólkinum 16 -19 ár.

Higartil hava flest øll, sum hava fingið boðið koppseting, tikið av.

Klára okkum væl samanborið við onnur Norðurlond

Samanborið við onnur Norðurlond gongst eisini rættiliga væl at koppseta í Føroyum.

Víst verður til hagtøl hjá Our World in Data frá 16. februar, sum vísa á, at Føroyar hevur givið 10,96 koppsetingar fyri hvørji 100 íbúgvar, sum er omanfyri Danmark, Svøríki, Ísland, Finnland og Noreg.

Í Danmark er talið 6,99, og í Íslandi 5,85. Svøríki hevur lægsta talið – 4,53.

Sambært støðulýsingini verður væntað, at øll eru vorðin koppsett í juni, men hetta er tó treytað av, at nóg mikið av koppingarevni er tøkt.

Steðgur hevur verið í koppsetingunum síðani 9. februar, meðan bíðað verður eftir nýggjari sending av koppingarevni. Væntandi kemur nýggj sending til Føroyar í hesi vikuni, og koppsetingin verður tikin uppaftur skjótast gjørligt.

Øll støðulýsingin kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder