Í gjár varð boðað frá, at amerikanski forsetin, Donald Trump, og kona hansara, forsetafrúan Melania Trump høvdu fingið staðfest korona.
Parið fór í sóttarhald, og í gjárkvøldið varð Trump fluttur á Walter Reed-sjúkrahúsið norðanfyri Washington D.C. Boðað varð frá, at 74 ára gamli forsetin hevur mild sjúkueyðkenni.
Týsdagin var fyrsta orðaskiftið millum Donald Trump og forsetavalevnið hjá demokratunum, Joe Biden, og Trump hevur fleiri ferðir verið saman við varaforsetanum, Mike Pence, seinastu vikuna.
Sambært CNN tykist Trump tó hvørki at hava smittað Biden ella Pence.
Báðir boðaðu nevniliga frá í gjár, at teir eru vorðnir kannaðir og hava fingið negativt svar.
Mike Pence of kona hansara Karen eru vorðin kannaði hvønn dag seinastu mánaðirnar, men bæði vórðu staðfest negativ fríggjadagin.
Læknin hjá Pence, Jesse T. Schonau hevur eisini sagt, at Pence ikki noyðist at fara í sóttarhald, tí at tað ikki verður mett, at hann hevur havt tætt samband við nakran, sum hevur fingið staðfest korona, harímillum Trump. Heilsan hjá varaforsetanum er eisini góð, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald