Uttanlands

Hevur ikki reina revsiváttan

Maðurin, sum varð handtikin fyri møguliga morðroynd móti Donald Trump, hevur áður verið skuldsettur fyri fleiri lógarbrot

Løgreglan uttanfyri golfvøllin hjá Donald Trump í Palm Beach í Florida (Mynd: EPA)

Løgreglan uttanfyri golfvøllin hjá Donald Trump í Palm Beach í Florida (Mynd: EPA)

2024-09-16 08:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 58 ára gamal maður varð sunnudagin handtikin fyri møguliga morðroynd móti Donald Trump, og talan er um ein mann, sum ikki hevði reina revsiváttan, skriva amerikanskir miðlar.

Maðurin, sum er ættaður úr North Carolina, men sum er búsitandi á Hawaii, varð m.a. í 2002 skuldsettur fyri at hava eitt ólógligt vápn í varðveitslu. Talan skal hava verið um eina maskinbyrsu.

Eisini hevur hann verið skuldsettur fyri at rýma frá einum ferðsluóhappi og mótstøðu móti handtøku.

58 ára gamli maðurin hevði eisini skrivað eina rúgvu á sosiala miðilin X, har vangi hansara nú er strikaður, skrivar Ritzau.

M.a. skrivaði hann, at hann valdi Trump á forsetavalinum í 2016.

– Donald Trump, eg valdi teg í 2016, og bæði eg og restin av heiminum vónaði, at Trump forseti fór at verða øðrvísi og betri enn hitt valevnið. Men vit gjørdust øll vónbrotin, og tað tykist sum, at tú bara verður verri og verri, skrivaði hann í juni 2020.

Eisini hevur maðurin skrivað fleiri ferðir um morðroyndina 13. juli í Pennsylvania, tá ein vápnaður maður skeyt eftir Trump undir einum veljarafundi.

Les eisini: Enn ein morðroynd móti Trump


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder