
Í gjár kom fram, at danski miðilin Frihedsbrevet letur upp eina redaktión í Føroyum, og tað verður við journalistinum Barbaru Holm á odda sum blaðstjóra.
Frihedsbrevet er kritiskur gravandi journalistikkur, og tað verður ikki í einari einmansredaktión at tað verður gjørt. Afturat sær, hevur Barbara Holm tveir tungvektarar, sum eru kendir úr Kringvarpinum.
Talan er um Jan Lamhauge og Rólant Waag Dam.
Hetta kemur fram á Mediawatch.dk, sum skrivar um víðkanina av Frihedsbrevet.
Hóast tað eitur Frihedsbevet, so verður tað ein føroyskur miðil sum í næstum sær dagsins ljós. Tað verður við egnari heimasíðu og app. Evnini vera í høvuðsheitum politikkur, vinna, fíggjarpolitikk og mentan, sum verða givin út í tíðindabrøvum, greinum og poddum.
Les eisini: Føroyar fáa nýggjan miðil
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald