Mentan

Hevur lisið søgur fyri teimum eldru í 25 ár

Vesturstova skipaði fyri fráfaringarhaldi fyri Judith Olsen, sum fyri 25 árum síðani byrjaði sum vitjanarvinur, og síðani fór at lesa søgur fyri øllum búfólkunum á sambýlinum

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

2020-11-21 12:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri skipaði eldrasambýlið Vesturstova í Fuglafirði fyri fráfaringarhaldi fyri Judith Olsen, sum seinastu 25 árini hevur lisið søgur fyri teimum eldru á sambýlinum.

Sambært Eysturkommunu byrjaði Judith við at gerast vitjunarvinur hjá einari eldri konu, og tá hendan flutti á táverandi Oluffustovu, helt Judith fram við at vitja. Hetta víðkaðist tá til, at hon ikki bert vitjaði tí einu konuna, men byrjaði at lesa søgur fyri øllum, sum búðu har.

Vesturstova lat upp í 1999 og fasti vikuligi tátturin hjá Judith at lesa søgur flutti við.

Spurd um, hvat fekk Judith fyrst at gerast vitjunarvin og síðani regluliga at vitja og lesa søgur fyri teimum eldru, svaraði hon, at henni dámdi sera væl at koma og lesa fyri teimum eldru, tí hon sá, at hetta frøddi tey, og føldist hetta ongantíð sum ein byrða men sum ein gleði.

Hendan siðvenjan, saman við øðrum siðvenjum, har samkomur koma inn á eldrasambýlini at hava andaktir og borgarar koma inn at vitja, at spæla kort v.m., eru sera gevandi og meiningsfullar fyri okkara eldru, sigur Eysturkommuna.

Vesturstova skipaði herfyri fyri einum fráfaringarhaldi fyri Judith við ábiti, felagssangi og røðum – frá fyrrverandi starvsfelaga/starvsfólk, leiðara og Judith sjálvari.

– Nánd (heimatænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, red.), og Vesturstova takka Judith hjartaliga fyri hennara trúfesti og áhuga at viðvirka til ein meiningsfullan gerandisdag hjá teimum eldru borgarum á Vesturstovu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder