Innanlands

Hevur meldað Strandfaraskip Landsins til løgregluna

Orsøkin er, at Strandferðslan breyt sína lógarásettu flutningsskyldu við at nokta at sigla til Nólsoyar mánadagin

Fólk á kaiini í Nólsoy, tá Ternan kom sunnudagin (Mynd: Torben Nielsen)

Fólk á kaiini í Nólsoy, tá Ternan kom sunnudagin (Mynd: Torben Nielsen)

2019-09-07 17:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein av stigtakarunum til mótmælistiltakið um Nólsoyarsiglingina sunnudagin 1. september hevur nú meldað Strandfaraskip Landsins til løgregluna.

Orsøkin er, at Strandferðslan hevur brotið sína lógarásettu flutningsskyldu við at nokta at sigla til Nólsoyar dagin eftir mótmælið.

Tað sigur Nikolaj Falck, sum hevur meldað Strandfaraskip Landsins, við Kringvarpið.

Málið er nú latið ákæruvaldinum, sum skal taka støðu til málið, hevur hann fingið at vita frá løgregluni.

Hoyr meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder