Innanlands

Hevur skrivað grein um skipanarligar fortreytir og føroysk stjórnarviðurskifti

Greinin, sum Hallbera Fríða West hevur skrivað, vísir m.a. á, at í Føroyum hava vit eina fleirflokkaskipan við eini veikari politiskari miðju. Tó eru stjórnarviðurskiftini rættiliga støðug

(Mynd: setur.fo)

(Mynd: setur.fo)

2022-12-06 21:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hallbera Fríða West, adjunktur í stjórnmálafrøði, hevur útgivið nýggja vísindaliga politologi-grein í Fróðskaparriti.

Greinin eitur "Skipanarligar fortreytir og føroysk stjórnarviðurskifti" og vísir m.a. á, at í Føroyum hava vit eina fleirflokkaskipan við eini veikari politiskari miðju. Tó eru stjórnarviðurskiftini rættiliga støðug.

Politiskir flokkar eru felagsskapir við nógvum uppgávum og leiklutum. Tað er greitt, at politiskir flokkar røkja týdningarmiklar uppgávur í føroysku demokratisku skipanini.

Í grein síni hevur Hallbera Fríða West sett sjóneykuna á politisku flokkarnar, flokkaskipanina og føroysk stjórnarviðurskifti. Støði verður tikið í, at skipanarligir karmar ávirka fortreytirnar fyri virksemi við stjórn.

Greinin vísir á, at føroyska skipanin er eyðkend av at vera ein fleirflokkaskipan, sum hevur eina veika politiska miðju, umframt at landsstýrini aloftast eru samgongustjórnir við størri politikkspenni enn vanligt, ið kann hava avbjóðingar við sær.

Kanningin vísir, at hóast hesar torføru treytir, so er flokkaskipanin støðug í bygnaði, og stjórnarviðurskiftini eru eisini rættiliga støðug, samstundis sum flokkar skiftast um at skipa stjórn.

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder