
Hátíðarhald var á Ellisheiminum í Havn í gjár, 1. september, nú Dorrit Nolsøe hevur starvast á stovninum í hálva øld.
- Tað er ikki so langtsíðan, at eg eg hevði ta æru at handa Dorrit “dronningens fortjenstmedalje” fyri trúgva tænastu, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í røðu síni fyri Dorrit.
Dorrit byrjaði sum “genta” á Ellisheiminum 1. august 1971, og hevur hingið við. Fyrstu árini hevði hon kamar á Ellisheiminum og búði har til 1978, so man kann róliga siga, at tað at arbeiða á Ellisheiminum samtvinnaði bæði arbeiðs- og privatlív, nevndi borgarstjórin millum annað, áðrenn hann handaði blómur og gávur frá Tórshavnar kommunu.
Meira úr røðuni hjá Heðini Mortensen kann lesast á torshavn.fo
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald