Støðan hjá Joakim prinsi er í løtuni trygg, og hann hevur tað eftir umstøðunum gott, upplýsir kongshúsið sambært Ritzau.
Tað var fríggjakvøldið, at prinsurin varð innlagdur á universitetssjúkrahúsinum í Toulouse í Fraklandi, har hann varð skurðviðgjørdur fyri blóðtøpp í heilanum. Í gjárkvøldið boðaði kongshúsið síðani frá, at skurðviðgerðin eydnaðist væl.
Á middegi í dag varð boðað frá, at hann enn er innlagdur, og enn er ov tíðliga at siga, hvussu leingi hann skal vera á sjúkrahúsinum.
Tað eru nakrir fáir dagar síðani, at familjan hjá Joakim prinsi hátíðarhildu 18 ára føðingardagin hjá Felix prinsi 22. juli. Hátíðarhaldið var á franska vínslottinum hjá drotningini, Château de Cayx, har familjan enn var stødd, tá Joachim prinsur varð innlagdur.
51 ára gamli Joakim prinsur býr í løtuni í Fraklandi við familju sínari. Prinsurin er í løtuni undir útbúgving á franska hernaðarakademinum Ecolé Militaire.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald