Innanlands

Heykur og Falkur fáa tilsamans 180.000 kr. í sekt

Skiparin á Heyki skal gjalda 75.000 krónur, og skiparin á Falki skal gjalda 104.400 krónur – 75.000 í sekt og 29.400 krónur fyri fiskin

Heykur og Falkur á veg inn á Havnina leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)

Heykur og Falkur á veg inn á Havnina leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-21 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var leygardagin, at partrolararnir Heykur og Falkur komu á Havnina við Tjaldrinum, tí illgruni var um, at teir høvdu fiskað á stongdari leið norðanfyri Fugloynna (Kassa U), og tá løgreglan avhoyrdi skipararnar, játtaðu teir seg sekar.

Teir náddu at fiska 3,6 tons, áðrenn teir vórðu tiknir.

Revsingin fyr at fiska á stongdari leið er sekt, og sambært Kringvarpinum er nú greitt, hvussu stór sektin verður.

Skiparin á Heyki skal gjalda 75.000 krónur, og skiparin á Falki skal gjalda 104.400 krónur – 75.000 í sekt og 29.400 krónur fyri fiskin.

Sektaruppskotini eru góðkend, og trygd er veitt fyri pengunum, so skipini eru nú farin út aftur, eftir at teir hava ligið í Runavík.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder