![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Seinastu árini, hevur Heystfagnaðurin verið ein fastur táttur í Eiðis kommunu. Soleiðis verður aftur í ár, tó í einari tillagaðri útgávu.
Í ár varpa vit Heystfagnaðin út til allar føroyingar, umvegis sjónvarp. Við tað, at Heystfagnaðurin á Eiði hevur verið kallaður Føroya bygdaligasta tiltak, verður stroymingin av umfatandi tiltakinum leygardagin eisini kallað Føroya bygdasligasta sjónvarp.
Á skránni hava vit tiltøk, sum vit kenna frá undanfarnu árum. T.e. kappingar- undirhald og prát. Nevnast kann heystgudstænasta, fletta kúgv, gita vekt á veðri, hespukapping, gongutúrur, fótbóltsdystur, rullu- og kjøtpylsukapping, flettikapping umframt prát og tónleikur av ymsum slag.
Øll fáa møguleika, at taka lut í kappingum- og at læra og evna heimanifrá.
Føroya bygdasligasta sjónvarp verður sent á Rás 1, leygardagin frá kl. 14 til áleið miðnátt
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald