2018-11-22 08:35
Sunnukvøldið hevur Vágakórið sína árligu heystkonsert í Gamla skúla í Sørvági.
Á skránni er bæði rútmiskur og klassiskur sangur. Tónleikurin fevnir seg frá Beatles og Bláum Grasi til Oslo Gospel Choir og Mozart.
Nøkur jólaløg verða eisini sundin á konsertini. Sámal Matras Kristiansen er kórleiðari hjá Vágakórinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald