Eitt nýtt frímerki verður givið út í sambandi við trónuskiftið, sum var í januar.
Útgávudagurin er 26. mai, sum er føðingardagurin hjá H.H. Fríðriki 10. kongi.
Frímerkið verður givið út samstundis í Danmark og Grønlandi. Tað er í samstarvi við PostNord og Tusass í Grønlandi.
Hetta er aðru ferð at Fríðrikur 10. er avmyndaður á einum føroyskum frímerki
– fyrstu ferð var, tá hann giftist Mary drotning fyri 20 árum síðan.
Myndina á frímerkinum hevur Steen Evald tikið, og sett upp hevur Ella Clausen.
Umframt myndina sæst eisini navnamerki kongsins á frímerkinum. Leiðaraorðini
hjá kongi eru harumframt prentað á tey trý ørkini á ávikavist føroyskum,
donskum og grønlendskum.
Virðið á frímerkinum er 50 krónur sum svarar til postgjaldið fyri eitt innskrivað bræv.
Til ber at keypa frímerkini á stamps.fo í dag ella á posthúsunum kring landið frá mánadegnum, 27. mai.
Posta
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald