Føroyska sangkvinnan Lea Kampmann er nú klár við nýggjum staklagi.
Lagið "Higher" er fyrsta staklag hennara í 2020, og snýr tað seg um óttan, ið veksur, um ein gevur óttanum orku ella leggur orku í hann.
Lea Kampmann gav út fyrstu EP sína, Common Blue í 2017, men nú er hon farin eitt sindur øðrvísi til verka. Hesuferð samstarvar hon við trummusláara og framleiðara, Per I. Højgaard, sum hevur framleitt lagið.
"Higher" er ein alternativ poppbalada við einum blandi av insisterandi beatum og droymandi ljóðum.
Lea er løtuni í holt við at framleiða eitt sjónbandalag til nýggja staklagið saman við leikstjóranum, Heiðrikki á Heygum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald