Fyri einum tíma ella so fóru fólk í gulum trygdardraktum umborð á flogfar hjá Atlantsflogi, sum júst hevði sett seg í Vágum.
Sambært Kringvarpinum er illgruni um, at coronasmitta var umborð.
Jóhanna á Bergi vil ikki viðmerkja hesa støðuna, men sigur, at tey hava mannagongdir í so fall at onkur skuldi havt coronavirus umborð á teirra flogførum.
Samstundis ger hon vart við, at fólk sum hava sjúku eyðkenni skulu lata vera við at flúgva.
- Fólk mugu taka ábyrgd. Um fólk hava sjúkueyðkenni vilja vit ikki hava tey umborð á okkara flogfør, segði Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi við Dag & viku fyri løtu síðani.
Seks flogfør koma til Føroya í dag og fimm teirra eru úr Danmark.
Jóhanna á Bergi sigur, at tey fylgja støðuni tætt, og fylgja boðunum, sum koma frá myndugleikunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald