Innanlands

Hildu mann síggja misteinkiligan út

Fólk boðaðu løgregluni frá misteinkiligum manni í nátt

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-01-11 09:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í nátt fekk løgreglan eina fráboðan frá fólki um ein misteinkiligan mann.

- Vit hava verið úti í nátt og “vent lummanum” hjá einum manni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Illgruni var um, at maðurin hevði eitthvørt rúsevni á sær, og tí fór løgreglan út at kanna mannin.

Tað vísti seg tó at maðurin einki ólógligt hevði á sær, og einki var gjørt meira við málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder