2020-10-16 14:57
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Fyrrapartin í dag varð ein grind funnin uttanfyri Morskranes. Um middagsleitið varð hon hildin til í Hvalvík.
Ein løtu seinni varð aftur boða frá grind. Hesaferð var hon sædd uttanfyri Selatrað. Men tað vísti seg, at talan var um springarar.
Sýslumaðurin boðar frá, at tað verður einki gjørt við springararnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald