Innanlands

Hildur Durhuus byrjað sum trivnaðarsamskipari í Sunda kommunu

Talan er um eitt farloyvisstarv. Hildur Durhuus hevur 25 ára royndir frá størvum í upplivingar- og ferðavinnuni,

Hildur Durhuus er útbúgvin á Masterstøði í upplivingarleiðslu. Hon fer nú til dømis at hava ábyrgd av at samskipa tiltøk hjá Sunda kommunu (Mynd: sunda.fo)

Hildur Durhuus er útbúgvin á Masterstøði í upplivingarleiðslu. Hon fer nú til dømis at hava ábyrgd av at samskipa tiltøk hjá Sunda kommunu (Mynd: sunda.fo)

2021-02-25 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hildur Durhuus byrjaði í gjár í starvinum sum trivnaðarsamskipari í Sunda kommunu. Talan er um eitt farloyvisstarv.

Hildur er búsitandi í Tórshavn og hevur 25 ára royndir frá størvum í upplivingar- og ferðavinnuni, bæði í privata geiranum og í almennu umsitingini. Hon er útbúgvin á Masterstøði í upplivingarleiðslu.

Um starvið skrivar Sunda kommuna, at trivnaðarsamskiparin er skrivari í trivnaðarnevndini og hevur ábyrgd av at fyrireika og avgreiða mál hjá trivnaðarnevndini. Harumframt hevur hon hópin av spennandi uppgávum innan samskifti og samskipan. Hildur hevur til dømis ábyrgd av at samskipa tiltøk hjá Sunda kommunu og leiklutin hjá kommununi við onnur, ið fyriskipa tiltøk í Sunda kommunu. Eisini hevur hon samskiftið við ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi, áhugafeløg, trúarlív, einstaklingar v.fl. um hendi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder